Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 94

Ver nøgdur við góðu gávurnar frá Gudi

Ver nøgdur við góðu gávurnar frá Gudi

(Jákup 1:17)

1. Øll gáva góð og lýtaleys,

tað, okkum tørvar mest,

er givið okkum omanfrá,

Gud veit, hvat gagnar best.

Hann skapti lív, hann gevur kraft,

hann broytist ikki als.

Tann Gud, ið setti ljós á hválvið,

kom menniskjum til tals.

2. At stúra virkar einki gott,

vit líta á Guds orð;

hann føðir smáu spurvarnar,

ber øllum mat á borð.

Øll verðslig stremban elvir bert

til sorg og møðsamt stríð.

At liva nøgd við tað, Gud gevur,

ger okkum glað og frí.

3. Alt stórt, sum eygað ynskir sær,

til lítla nyttu er.

Bert Gud í himli tryggja kann

eitt lív í nýggju verð.

Vilt tú tí nýta vit og skil,

fá gripir Gudi hjá,

og gleð teg nøgdur um tær gávur,

Jehova vísir á.