Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 52

Varða hjartað!

Varða hjartað!

(Orðtøkini 4:23)

1. Gev gætur eftir hjartanum,

vís burtur frá tær synd.

Gud lesur hjartað, finnur inst

í tær ta sonnu mynd.

Um hjartað stundum leikar vilt,

vil lokka teg av leið,

kann góða skynið bjarga tær,

so gøtan verður greið.

2. Lær hjarta títt at søkja Gud,

bið eyðmjúkur um ráð.

Ber støðugt himna Gudi prís,

sig tørvi tínum frá.

Alt, sum Jehova lærir teg,

hvørt boð, tú akta má.

Har trúfesti fær innivist

í hjørtum, er hann hjá.

3. Loyv ongum inn, ið voldir ilt,

set vakt við hjartans gátt.

Lat orð Guds beina teg á rætt

og geva nýggjan mátt.

Gud elskar trúgvan tænara

og dregur hann at sær,

gev Gudi hjartað, tilbið hann,

ið altíð álit var.