Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 59

Vígd Jehova

Vígd Jehova

(Matteus 16:24)

1. Jehova til sonin Jesus Krist okkum dró,

og stúrandi hjørtu funnu ró.

Ljósið vaks til kláran dag,

kveikti vón hjá tí, ið bað,

kveikti hug at vraka tað,

sum holdið so lætt fær í lag.

(NIÐURLAG)

Vit vígdu Jehova alt, tað standa vit við,

tað fólk, ið er vígt, eigur stóran frið.

2. Í bøn gjørdu vit Jehova heilagan eið

um lýðin at ganga røttu leið.

Sum Guds sendiboð á ferð

fara vitni út í verð,

siga, Ríkið stovnað er,

og skjótt verður vilji Guds her.

(NIÐURLAG)

Vit vígdu Jehova alt, tað standa vit við,

tað fólk, ið er vígt, eigur stóran frið.