Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 110

Undurfullu verk Guds

Undurfullu verk Guds

(Sálmur 139)

1. Á Gud, tú skoðar alt, eg geri,

veitst, nær eg leggist, nær eg rakni við.

Tú skilir tankar, kennir væl mítt lyndi,

hvar enn eg fari, Faðir, kennir tú hvørt stig.

Tú fylgdi mær í móðurlívi,

har fyri mannaeygum alt var dult,

í tíni bók tað gjølliga var skrivað,

alt, ið tú skapti, er mær sera undurfult.

Tín vitska, Gud, er stór og vekur undran,

tú veitst um alt, og ert mær altíð nær.

Um eg í sorgarmyrkrinum var vilstur,

so hevði andi tín meg funnið har.

Hvar skuldi eg meg fjalt, Jehova,

hvar er tað stað, títt eyga ikki sær?

Eg fann tað ei í hæddum, ei í dýpdum,

tí sjálvt í grøvini títt eyga við meg bar.

(Sí eisini Sl. 66:3; 94:19; Jer. 17:10.)