Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 86

Trúfastar kvinnur, kristnar systrar

Trúfastar kvinnur, kristnar systrar

(Rómbrævið 16:2)

1. Sára, Maria, Ester, Rutt og aðrar,

raskar og frálíkar kvinnur, trúføst vív.

Avgjørdar tæntu tær Gudi alt sítt lív,

og tí kenna vit tær enn tann dag í dag.

Nógvar aðrar trúgvar kvinnur vóru;

navnið veit Jehova, um onnur gloymdu tað.

2. Trúskapur, góðska, kærleiki og dirvi,

dámligar dygdir og virdar víða hvar.

Navnfromu kvinnurnar løgdu sær tað nær,

vóru fyrimyndir fyri teg og meg.

Kristnu systrar, um tit fylgja teimum,

fáa tit Guds signing, og húskið gleðir seg.

3. Møður og døtur, systrar, konur, einkjur,

fúsar til arbeiðis, gleðast um sín lut.

Spakføra lyndið og álitið á Gud

prýða kvinnurnar, ið ganga lívsins veg.

Góða systir, lat Jehova hjálpa,

lat hann styrkja trúnna, og lat hann frelsa teg.