Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 63

Trúføst í allar ævir

Trúføst í allar ævir

(Sálmur 18:26)

1. Gudi trúføst eru vitni,

sum av sonnum elska hann.

Vígda fólkið stendur saman

um Guds boð og sannleikan.

Orð Jehova aldri svitast,

tann, ið fylgir tí, fær vit,

allar ævir er hann tryggur,

tænir Gudi uttan slit.

2. Trúgvir brøður standa saman,

veita fúsir hjálp í neyð.

Millum okkum ræður álit,

eingin ivi, einki sleyg.

Ja, vit virða kærar brøður,

elska teir av instu sál.

Felags stevið gagnar øllum,

saman koma vit á mál.

3. Tá ið brøður eru hirðar,

røkta Harrans seyð í dag,

leggja vit øll ráð í geyma,

fylgja teimum trúgv og glað.

Øll tey trúgvu verða signað,

tí tey fylgjast Gudi við;

móti trúgvum er hann trúgvur,

heldur vakt við teirra lið.