Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 41

Tilbiðið Jehova í ungdóminum!

Tilbiðið Jehova í ungdóminum!

(Prædikarin 12:1)

1. Góðu tit ungu, sum nú vaksa til,

ríkur í kærleika Skaparin vil,

hansara umsorgan tit skulu fá

bæði foreldrum og næstringum frá.

2. Æra tit faðir og móður hvønn dag,

forða tit trætum og fremja gott lag.

Tokki hjá Gudi og menniskjum er

tykkum til gleði í allari ferð.

3. Hugsið um Skaparan, tilbiðið hann,

meðan tit búnast til kvinnu og mann.

Vígið Jehova alt lívið í bøn,

gleði í hansara hjarta er løn.