Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 118

’Takið hvør ímóti øðrum’

’Takið hvør ímóti øðrum’

(Rómbrævið 15:7)

1. Vælkomin øll, sum savnast her í dag

at hoyra orð Guds og virða tað.

Øllum er bjóðað lívsins vatn at fá,

og takksom eru vit, sum Gud kallaði á.

2. Takk fái Gud, ið vildi okkum væl,

gav hollar brøður í hópatal.

Ídnir teir fremja tað, sum gagnligt er,

og øll, ið hava hug, eru vælkomin her.

3. Øll fólk á foldum eru boðin við

at nema kunnskap og sannan frið.

Gud dró við Kristi menniskju at sær,

tak tí við opnum hjarta mót vinum, tú fær.