Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 27

Tak støðu hjá Gudi!

Tak støðu hjá Gudi!

(2 Mósebók 32:26)

1. Hjørtuni tyngdust í svárari neyð,

svølgdu tað eiturbland, Bábylon beyð,

tá skein í myrkrinum sannleikans ljós,

vísti á lívsæla kós.

(NIÐURLAG)

Tak støðu hjá Gudi,

við hansara lið!

Hann verjir í ævir

og leiðir hvørt stig.

Far fúsur og boða

um frælsi og sig:

’Nú veksur Guds ríki,

øll jørðin fær frið.’

2. Heilhugað skulu vit tæna tær, Gud.

Takk, at tann heiður fall okkum í lut!

Vit bera boð: ’Nú er ljós fyri stavn,’

æra í felag títt navn.

(NIÐURLAG)

Tak støðu hjá Gudi,

við hansara lið!

Hann verjir í ævir

og leiðir hvørt stig.

Far fúsur og boða

um frælsi og sig:

’Nú veksur Guds ríki,

øll jørðin fær frið.’

3. Óttaleys skoða vit fíggindans leik,

vard hjá Jehova, ið ongantíð sveik.

Møta vit herliðum, fáment og smá,

vita vit, Gud vár er hjá.

(NIÐURLAG)

Tak støðu hjá Gudi,

við hansara lið!

Hann verjir í ævir

og leiðir hvørt stig.

Far fúsur og boða

um frælsi og sig:

’Nú veksur Guds ríki,

øll jørðin fær frið.’