Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 82

Tak eftir spakføri Kristusar

Tak eftir spakføri Kristusar

(Matteus 11:28-30)

1. Tó Jesus var størstur av monnum á fold,

var als eingin hugmóð í hjarta hans told.

Í ætlanum Guds fekk hann mætasta sess,

við spakføri gjørdist hann búgvin til tess.

2. ’Tit troyttu og maktaðu, komið til mín,’

hoyr Jesus, ið blíðmæltur talar til tín.

Hann bjóðar tær ok, sum er gagnligt og lætt,

og leiðir teg mildur, har lendið er slætt.

3. Tæn øðrum, royn ikki at vinna tær makt,

tí vit eru brøður, tað er okkum sagt.

Sum lovað fær eyðmjúkur æviga løn,

og takk fái Gud, at hann svaraði bøn.