Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 28

Syngið nýggjan song!

Syngið nýggjan song!

(Sálmur 98)

1. Syngið hjartans glað Jehova Gudi nýggjan song,

sigur vann hans armur, hans høgra frelsti mong.

Lovið undrum Guds, hann er hin sami enn í dag,

fyri alra eygum fær Harrin rætt í lag.

(NIÐURLAG)

Hevjið mál

og syngið nýggjan song!

Hevjið mál

til Kongsins nýggja song!

2. Ber Jehova prís, ja, syng í frøi, jørðin øll,

gleðirómur bylgi um dalar og um fjøll.

Mannið nú eitt kór og syngið Gudi fagran song,

latið dynja ljóðfør til heiður fyri Kong.

(NIÐURLAG)

Hevjið mál

og syngið nýggjan song!

Hevjið mál

til Kongsins nýggja song!

3. Havsins alda sterk, hon bróti Skaparanum prís,

gleðist jarðarríki, øll mannamúgvan vís.

Áir klappi lov í lógvar, takkarljóð til Kong,

fegnist fjøll og heygar, ið girða víðu ong.

(NIÐURLAG)

Hevjið mál

og syngið nýggjan song!

Hevjið mál

til Kongsins nýggja song!