Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 121

Styrkið hvør annan

Styrkið hvør annan

(Hebrearabrævið 10:24, 25)

1. Har kristin sínámillum stuðla

til tænastu og vøkur verk,

sum systkin góð tey knýtast saman

og standa øll í trúnni sterk.

Tann alskur, sannir vinir vísa,

kann styrkja tey, sum eru móð,

tá verður samkoman eitt skýli,

eitt stað, har trúføst finna ró.

2. Eitt troystarorð frá góðum vini,

eitt gagnligt ráð í røttu tíð,

gav ofta troyttum nýggja megi

at stríða trúar góða stríð.

Ja, komið, styrkið nú hvør annan,

vit stevna øll á sama mið.

Ber bróðir tín so tunga byrðu,

ber fúsur hansar byrðu við.

3. Við trúarinnar gløggu eygum

vit síggja skilliga Guds dag,

tí ræður um at standa saman

og gera, sum Jehova bað.

Ja, komið, styrkið nú hvør annan

og leggið alla orku í,

sum brøður standa vit tá saman

og tæna Gudi alla tíð.