Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 112

Stóri Gud okkara, Jehova

Stóri Gud okkara, Jehova

(2 Mósebók 34:6, 7)

1. Stóri Jehova, ríkur í miskunn,

øll tín gerð er røtt og vís,

tú ert verdur allan prís.

Hásæti títt er grundað á rættferð,

Faðir, okkum veg tín lýs!

2. Tú fjalir misbrot, tú strikar syndir,

Gud, lat okkum líkjast tær,

fyrigeva hvørjum sær.

Kongliga rættferð, náði og miskunn

legði tú tær altíð nær.

3. Skapningur tín skal takksamur syngja

um títt navn, sum heilagt er,

navnið, sum av øllum ber.

Skjótt skal títt ríki fremja tín vilja,

skapa okkum nýggja verð.