Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 95

Smakkið og síggið, at Jehova er góður

Smakkið og síggið, at Jehova er góður

(Sálmur 34:9)

1. Vit elska at tæna Gudi,

um ríki hans boða vit glað.

Tí keypa vit tíð, tað besta fær Gud,

og nógv er at gera hvønn dag.

(NIÐURLAG)

Smakkið og síggið, góður er Gud,

rætt er, sum vit hava lært.

Fólkið skal kunnast; sum tað var gott,

vit gjørdu okkara part.

2. Í hondum Guds altíð vardur

ein fulltíðartænari er.

Hann veit væl, at Gud kann nøkta hvønn tørv,

og kennir seg tryggan á ferð.

(NIÐURLAG)

Smakkið og síggið, góður er Gud,

rætt er, sum vit hava lært.

Fólkið skal kunnast; sum tað var gott,

vit gjørdu okkara part.