Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 15

Skapanarverkið kunnger dýrd Jehova

Skapanarverkið kunnger dýrd Jehova

(Sálmur 19)

1. Alt stjørnuloftið, Harri, prísar tær,

tað speglar tign og vitsku víða hvar.

Tín himmal ber í kvirru dag og nátt

so skilligt boð, Jehova, um tín mátt.

Tín himmal ber í kvirru dag og nátt

so skilligt boð, Jehova, um tín mátt.

2. Tú gjørdi mánaskin og sólarljós,

gav stormum boð og legði streymum kós.

So stórt og vítt alt himmalrúmið er,

tú minnist tó til tíni smáu her.

So stórt og vítt alt himmalrúmið er,

tú minnist tó til tíni smáu her.

3. Tín lóg er rein, títt orð ger eyðmjúk fróð.

Vit skilja skjótt, tín leið er fjálg og góð.

Hjá tær er trygd, og tí vit biðja teg:

’Lær okkum, Gud, at velja rættan veg!’

Hjá tær er trygd, og tí vit biðja teg:

’Lær okkum, Gud, at velja rættan veg!’