Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 20

Signa samveru okkara

Signa samveru okkara

(Hebrearabrævið 10:24, 25)

1. Gud, vit biðja tína signing,

ver við tínum anda hjá,

tá vit nærkast tínum húsi

einleika og trúgv at fá.

2. Hjartað fyll við sannleiksvissu,

virkisfús vit fara tá.

Legg tú okkum orð á varrar,

so at rætt vit siga frá.

3. Signa okkum, nú vit savnast,

stóri Faðir, gev tín frið,

so vit lova tær í talu,

fremja dygd og góðan sið.