Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 21

Sæl eru tey miskunnsomu

Sæl eru tey miskunnsomu

(Matteus 5:7)

1. Tey miskunnsomu eru sæl,

og Gudi líkar fólkið væl,

ið tekur hann til fyrimynd,

sum veitir lív og strikar synd.

Guds vilji var, vit vórðu loyst,

tí sendi hann sín son við troyst.

Av miskunn loysti Gud tey gørn,

ið bundu Ádams neyðarbørn.

2. Tann miskunnsami signing fær,

hans syndabyrða tikin varð,

tá Gud tók ofrinum ímót,

sum syndarum gav fulla bót.

Um miskunn Guds og sáttargerð

vit boða út í víðu verð.

Í Ríkinum tey fáa lut,

sum fegin vilja dyrka Gud.

 3. Tann miskunnsami óttast ei

at koma fyri dómin, nei,

Guds kærleiki er gáva góð

til tey, sum lýða Harrans lóg.

Gud hjálpi okkum øllum við

at menna henda góða sið:

Í miskunnsemi geva ans

og bera boð um gávu hans.