Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 98

Sáa sáð Ríkisins

Sáa sáð Ríkisins

(Matteus 13:4-8)

1. Tit trælir, sum tæna Jehova

og stríðast við hjarta og sál,

í arbeiðið leggja tit fúsir

ta megi, ið røkkur á mál.

Og sannleikans sáð, sum berast skal út,

fær árin, har hjartað er gott,

ber støðugan ávøkst Jehova til prís,

tí tit sáddu á frægasta hátt.

2. Tað sáðkorn, ið nú verður sáað,

man falla í ymiska jørð.

Har ein kanska lurtar við gleði,

kann moldin tó roynast ov hørð.

Og tornarnir køva sannleikans sáð,

har fólk eru stúrin og móð.

Men sáð fer at spíra og festa sær rót

í tí jørð, sum er dyrkað og góð.

3. Um verkið ber gleði og ávøkst,

veldst ofta um orku og tíð.

Tín kærleiki sæst best í verki,

ger hjørtuni opin og frí.

Ver vakin, nýt skyn, ver mildur og bið,

so fólk í Guds hond verða fjald.

Og tá kanst tú gleðast og hava ta vón,

at tú heystar um eitt hundrað fald.

(Sí eisini Matt. 13:19-23; 22:37.)