Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 9

Prísið Jehova, Gudi okkara!

Prísið Jehova, Gudi okkara!

(Sálmur 145:12)

1. Syngið prís til Jehova Gud!

At hans navn er stórt, sigið frá!

Gevið ans! Nú er tíðin nær,

gevið fullan ans og steðgið á!

Hin frumborni Guds fær Ríkið í arv,

hann skal døma og ráða rætt.

At vón er um frið skal kunngerast nú,

inntil øll hava boðið frætt.

(NIÐURLAG)

Syngið prís til Jehova Gud!

Sigið øllum frá, at hann er Gud!

2. Syngið prís til Jehova Gud!

Um hans dýrd og navn kvøðið glað!

Og við tøkk, hjartans stóru tøkk,

prísið fró Guds verkum dag um dag!

Tann Gud, sum í veldi bergtekur øll,

gevur tó sínum smáu ans.

Hann hoyrir í eyðmýkt tænarans bøn,

tann, ið biður um miskunn hans.

(NIÐURLAG)

Syngið prís til Jehova Gud!

Sigið øllum frá, at hann er Gud!