Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 126

Okkara kærleiksverk

Okkara kærleiksverk

(Sálmur 127:1)

1. Jehova, liðin er tíð,

vit koma fyri teg so frí.

Tú hevur glett tín bólk, frøtt títt fólk,

signað hond og smíð.

Her stendur kærleikans verk,

tín andi gjørdi okkum sterk,

tí gjørdist húsið her trúargerð,

kærleiks prógv og verk.

(NIÐURLAG)

Jehova Gud, tað var ein heiður

at byggja navni tínum hús.

Vit skulu hjartans fegin bera tær allan prís

og dag frá degi tæna fús.

2. Her broyttist hugsan til gerð,

her knýttust vinabond við ferð.

Vit skulu hjúkla um, fegnast um

alt, vit framdu her.

Tín andi virkaði við,

var tínum fólki undir lið,

tí gjørdist navn títt kent, víðakent,

gerðin minnilig.

(NIÐURLAG)

Jehova Gud, tað var ein heiður

at byggja navni tínum hús.

Vit skulu hjartans fegin bera tær allan prís

og dag frá degi tæna fús.