Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 87

Nú eru vit eitt

Nú eru vit eitt

(1 Mósebók 2:23, 24)

1. Nú ert tú mín! Tú valdi meg!

Saman vit ganga kærleikans veg.

Gud hevur givið mær maka,

á, sum eg elski teg!

Vit eru eitt, nýta nú skil,

liva tað lív, Gud leit okkum til.

Vit eru maður og kona,

Gud okkum signa vil.

Dag um dag Jehova vísir veg,

og vit tæna glað,

fjálga um gott hjúnalag.

Vit knýttu bond, seta nú búgv,

Gud gevi okkum gleði og trúgv.

Vit skulu æra Jehova

og halda saman, tú og eg.