Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 19

Lyfti Guds um eitt paradís

Lyfti Guds um eitt paradís

(Lukas 23:43)

1. Á nýggju jørð Jehova lovar

at turka burt hvørt tár av kinn.

Vit verða loyst úr syndabandi

og ganga trygg við Kristi inn.

(NIÐURLAG)

Vit eiga vón um paradís,

har foldin øll ber Gudi prís.

Skjótt fremur Krist, sum lovað er,

tey góðu orð um nýggja verð.

2. Vit fingu vón um lív og gleði,

tá heimsins synd Guds sonur bar.

Hans fjálga rødd gav fulla vissu:

’Í Paradís tú skalt við mær.’

(NIÐURLAG)

Vit eiga vón um paradís,

har foldin øll ber Gudi prís.

Skjótt fremur Krist, sum lovað er,

tey góðu orð um nýggja verð.

3. Við Kristi gav Jehova lyfti

um paradís og sannan frið.

Vit takka glað og prísa Gudi,

at lyfti sítt hann stendur við.

(NIÐURLAG)

Vit eiga vón um paradís,

har foldin øll ber Gudi prís.

Skjótt fremur Krist, sum lovað er,

tey góðu orð um nýggja verð.