Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 104

Lovsyngið Jah!

Lovsyngið Jah!

(Sálmur 146:2)

1. Lovsyngið Jah,

syngið so hátt!

Hann gevur menniskjum alt, ið er gott.

Signið Guds navn

hvønn skapta dag!

At hann er alvaldur, sanna vit glað,

prísa tí Gudi, sum alt fekk í lag.

2. Lovsyngið Jah!

Hann nøktar tørv,

vit kunnu biðja í hjørtunum djørv.

Kærleikans Gud

ongantíð sveik,

gav okkum megi, har vit vóru veik.

Prísið Jehova til ljómandi leik!

3. Lovsyngið Jah!

Gud, ið er nær,

sær, at vit treingjast, og gevur sær far.

Hann dregur móð

tætt í sín favn,

leiðir hin trúgva í frelsunnar havn.

Komið og dýrmetið Guds stóra navn!