Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 93

Latið ljósið skína

Latið ljósið skína

(Matteus 5:16)

1. ’Latið ljósið skína,’ vóru Jesu orð,

’lýsið fyri øllum, setið skillig spor!’

Vísdómsráð úr Harrans orði lýsa bjart,

góðar gerðir spegla væl alt, vit hava lært.

2. Gleðiboð um Ríkið, sum er sett á stovn,

ugga tey, ið syrgja; fyri deyð er vón.

Ljósið úr Guds orði lýsir røttu leið,

dámlig, kryddað tala kann leggja lok á spei.

3. Góðar gerðir skína bjart á myrkum stað,

geva orðum virði, mangur varnast tað.

Tí skal ljósið skína, geva øllum lut

í tí góða boðskapi — slíkt man gleða Gud.