Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 69

Lær meg tín veg

Lær meg tín veg

(Sálmur 25:4)

1. Sum hirðin á fjøllunum savnar sín seyð,

tú bjóðar, og fegin vit møta.

Jehova, títt orð skal lýsa á vegin

til tín, ið kann fávitsku bøta.

(NIÐURLAG)

Lær meg tín veg, Jehova, gev mær skil,

í øllum royndum er tín læra góð.

Boygg oyra mítt at hoyra tíni boð,

mín størsta gleði verður tá tín lóg.

2. Tín vísdómur rennur sum streymandi á,

um dóm tín er fullkomin vissa.

Títt orð vekur ans, tað elvir til gleði

og lív, sum vit ongantíð missa.

(NIÐURLAG)

Lær meg tín veg, Jehova, gev mær skil,

í øllum royndum er tín læra góð.

Boygg oyra mítt at hoyra tíni boð,

mín størsta gleði verður tá tín lóg.