Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 61

Lær meg, hvussu eg eigi at vera

Lær meg, hvussu eg eigi at vera

(2 Pætur 3:11)

1. Lívsins gávu fekk eg, Jehova, frá tær,

kann eg geva nakað afturfyri frá mær?

Títt orð hevur kraft, speglar hjarta og anda,

lat meg síggja rætt, um mín sál er í vanda.

Eg gav tær eitt lyfti og tæni tær nú,

at tað er mín gleði, góði Faðir, veitst tú.

Tú kennir mítt hjarta, eg elski tín veg,

og gongst, sum eg vil, so gleði eg teg.

2. Lær meg á at skyna, á Gud, gev mær skil.

Tú sært, hvør eg eri, Faðir, evna meg til,

ja, ger meg til tann, eg so fegin vil vera,

og lær meg í øllum, hvat best er at gera.