Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 8

Kvøldmáltíð Harrans

Kvøldmáltíð Harrans

(Matteus 26:26-30)

1. Jehova Gud, Faðir í himli,

av sonnum ein minnisrík nátt!

Tað var fjúrtanda nisan, og givin varð bót,

ið sýndi tín kærleik og mátt.

Tá hildu tey fyrstu ferð páskir,

og Ísrael, fólk títt, varð loyst.

Hetta boðaði vakurt um frælsið, ið kom,

tá Messias gav syndarum troyst.

2. Nú eru vit savnað til høgtíð,

eitt fylgi, tú tók í tín favn.

Stóri Gud, tú, sum sendi av himli tín son,

vit æra títt heilaga navn.

Við hávirðing skulu vit minnast

gudslambið, ið ofraði seg,

og við trúgv ganga eftir í Meistarans spor,

so vit heiðra og tilbiðja teg.