Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 44

Komið glað við í akurskurðin!

Komið glað við í akurskurðin!

(Matteus 13:1-23)

1. Nú grøðin er búgvin at heysta,

ein framíhjárættur tað er,

at vit kunnu fara til verka

í felag við einglanna her.

Í akrinum Kristus gekk undan,

hann sáddi so dygdargott sáð,

og grøðina heysta vit hugagóð,

nú skurðarins Harri er hjá.

2. Vit elska Jehova og næstan,

tí fara vit íðin avstað.

Og klárt er, at arbeiðið hastar,

vit hóma jú seinasta dag.

Sum samverkamenn hjá Jehova

vit frøast um dýrmætan lut

og bera við áhaldni orðið út

í gleði um okkara Gud.