Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 119

Kom og verð lívgaður!

Kom og verð lívgaður!

(Hebrearabrævið 10:24, 25)

1. Í heiminum menniskju villast av leið,

tey vraka Guds lívgandi ráð.

Í egnari kraft kemur eingin á mál,

Guds leiðbeining líta vit á.

Á møtunum fáa vit styrki og vón,

har menna vit trúnna á Gud.

Vit eggjast til verka, so vit verða før

at frøast um okkara lut.

Við brøðrum og systrum so tætt undir lið

vit tæna og tilbiðja glað.

Jehova við andanum leiðir sítt fólk,

hann ber okkum dag eftir dag.

 2. Við hirðum Gud stuðlar og vegleiðir teg,

lat orðini vera tær góð.

Vís ongantíð frá tær tað, Gud hevur sagt,

vinn vísdóm við hansara lóg.

So kom og verð lívgaður, vík ikki frá,

keyp neyðugu tíðina til

at møtast við brøðrum og systrum í trúgv,

tað vísir, at tú hevur skil.

Ja, fá tær av øllum, tín Gud setur fram,

og gleð teg um alt, ið tú fært.

Kom altíð á møtini, styrk tína trúgv

og menn tað, ið er tær so kært.