Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 102

Kom og syng um Ríkið!

Kom og syng um Ríkið!

(Sálmur 98:1)

1. Ein sangur er, ið prísar frelsu Harrans,

hann hevjar hátt hin Alvalda sum kong.

Hvørt orð ber trúgvum tegnum góðar vónir.

Tak undir, syng við okkum gleðisong!

(NIÐURLAG)

’Kom, tilbið Gud á himli hátt,

syng um Guds son og um hans mátt!

Kom, lær teg nýggja sangin um Guds ríki;

tak undir, syng Jehova navni prís!’

2. Við nýggjum sangi boða vit um Ríkið

og kongin Krist, ið hevur fingið vald.

Ein heiløg tjóð er fødd, sum áður boðað,

hon verður øll sum arvaborin tald.

(NIÐURLAG)

’Kom, tilbið Gud á himli hátt,

syng um Guds son og um hans mátt!

Kom, lær teg nýggja sangin um Guds ríki;

tak undir, syng Jehova navni prís!’

3. Øll eyðmjúk fólk tann sangin kunnu læra,

hann fellur væl og sigur vakurt frá.

Av mongum vørrum borin út um heimin

hann gevur øllum góð og hyggin ráð.

(NIÐURLAG)

’Kom, tilbið Gud á himli hátt,

syng um Guds son og um hans mátt!

Kom, lær teg nýggja sangin um Guds ríki;

tak undir, syng Jehova navni prís!’