Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 23

Jehova, styrki okkara

Jehova, styrki okkara

(Esaias 12:2)

1. Stóri Jehova, hoyr fagnaðarróp!

Tú okkum frelsti, ein vaksandi hóp.

Vit eru vitni, ið tala um teg,

øll fáa boð, kunnu velja tín veg.

(NIÐURLAG)

Jehova, vár Gud, á degi og nátt

veitir tú vitnum styrki og mátt.

Trygg tí vit leita í skýlið hjá tær,

stóri Jehova Gud, ver okkum nær!

2. Ljósið frá tær gevur gleði og vón,

einfaldur fatar, og blindur fær sjón.

Kanna vit orð títt um frelsunnar veg,

læra vit, Gud vár, at tilbiðja teg.

(NIÐURLAG)

Jehova, vár Gud, á degi og nátt

veitir tú vitnum styrki og mátt.

Trygg tí vit leita í skýlið hjá tær,

stóri Jehova Gud, ver okkum nær!

3. Faðir, bleiv vilji tín okkara lóg,

tá móti Satan sum verja tú stóð.

Fíggindin herjar í øði, men sæl

liva, á Gud, tey, sum tú vardi væl.

(NIÐURLAG)

Jehova, vár Gud, á degi og nátt

veitir tú vitnum styrki og mátt.

Trygg tí vit leita í skýlið hjá tær,

stóri Jehova Gud, ver okkum nær!