Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 30

Jehova hevur tikið ræðið

Jehova hevur tikið ræðið

(Opinberingin 11:15)

1. Dagurin mikli er her, Guds ríki nærkast við ferð.

Gud legði hornstein á Zion, sítt fjall.

Savnið tí veldigan hóp, hevjið upp fagnaðarróp!

Kristus, Guds sonur, fekk í himli dýrmett kall.

(NIÐURLAG)

Hvat man Guds ríki okkum bera?

Sannleika, rætt og sælan frið.

Hvat man Guds ríki hartil geva?

Varandi lív og eydnu við.

Prís tí fái alheims Harri,

hann, sum gevur lív og grið.

2. Kristus sum stríðshetja brátt sýnir sín veldiga mátt,

bindur hin ónda og syndrar hans verk.

Treystliga sáa vit sáð: ’Hoyrið og fatið Guds ráð!’

Hann dregur eyðmjúk inn til sín og ger tey sterk.

(NIÐURLAG)

Hvat man Guds ríki okkum bera?

Sannleika, rætt og sælan frið.

Hvat man Guds ríki hartil geva?

Varandi lív og eydnu við.

Prís tí fái alheims Harri,

hann, sum gevur lív og grið.

3. Konginum syngja vit prís, frelsan við honum er vís,

heilaga navn Guds hann trúfastur bar.

Leitið til Gud, hvør og ein, biðið í hjørtunum rein,

tíðin, tá Gud fær alla tign, er ikki fjar.

(NIÐURLAG)

Hvat man Guds ríki okkum bera?

Sannleika, rætt og sælan frið.

Hvat man Guds ríki hartil geva?

Varandi lív og eydnu við.

Prís tí fái alheims Harri,

hann, sum gevur lív og grið.