Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 85

Jehova gevur fulla løn

Jehova gevur fulla løn

(Matteus 19:29)

1. Jehova er trúgvur, hann gevur sær far

um heilhugað vitni á jørð.

Hann sær, at tey fús lata frá sær so mangt

og standa til tænastu før.

Fórt tú tí frá húsum, frá brøðrum og jørð,

so veitst tú, Jehova tað sá.

Hann gevur tær brøður og systrar og børn,

hann veit tína innastu trá.

(NIÐURLAG)

Gud, ið sær teg, skal geva fulla løn,

og hann skal signa teg á tíni leið.

Tú finnur skjól undir veingjum hans.

Jehova er trúgvur — hann gloymir teg ei.

2. Mong valdu tað sjálv, øðrum fall tað í lut

at liva í eingongu her.

Ein gudrøkin ógiftur tænari veit,

hann hevur sín Gud við á ferð;

men hóast hann Ríkið og Gud setur fremst,

kann henda, hann einsamur er.

Ver bróðir, ver systir til reiðar og gev

tín stuðul í orði og gerð.

(NIÐURLAG)

Gud, ið sær teg, skal geva fulla løn,

og hann skal signa teg á tíni leið.

Tú finnur skjól undir veingjum hans.

Jehova er trúgvur — hann gloymir teg ei.