Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 49

Jehova er verja okkara

Jehova er verja okkara

(Sálmur 91)

1. Jehova Gud er verja,

og hann vit líta á.

Í skugga hans er skýli,

har royna vit at ná.

Jehova ruddar sjálvur veg,

so einki ilt skal ráma teg.

Jehova er tann rókin,

tú við rættferð bjargar tær á.

2. Um túsund rundan um teg

øll falla, halt tú á!

Við síðu teirra trúgvu

tú stendur vardur tá.

Guds veingjabreiði lívir tær,

um hjartað hart og bangið slær.

Við fólki Guds tú sannar,

tey, ið leita hann, fáa svar.

3. Um plágur stundum koma,

tær sleppa ikki nær.

Gud sendir sínar einglar,

teir laða verndargarð.

Sjálv leyvan flýggja undan má,

og ormar kanst tú traðka á.

Tann fótur stóð á føstum,

sum Guds trúgva tænara bar.