Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 131

Jehova er skjól

Jehova er skjól

(2 Sámuel 22:1-8)

1. Jehova, tú ert Skaparin, vit ivast ei.

Í himli og á jørð tín dýrd er okkum greið.

Og eingin annar gudur fær gjørt sum tú, bara tú

bjargar úr fjandahond.

(NIÐURLAG)

Jehova er kletturin, har vit kroka.

Teim trúgvu er hann vorðin fjall og verjuborg.

Hoyr, vit boða: ’Jehova er skjól, ákallið hann.

Prísið honum, ið eigur alt vald og bjarga kann.’

2. Um deyðans tog nú binda meg, eg biði teg:

’Jehova veit mær styrk og leið meg dirvisveg.’

Í tínum templi hoyrir tú róp frá mær: ’Bjarga mær,

ver við mær, góði Gud!’

(NIÐURLAG)

Jehova er kletturin, har vit kroka.

Teim trúgvu er hann vorðin fjall og verjuborg.

Hoyr, vit boða: ’Jehova er skjól, ákallið hann.

Prísið honum, ið eigur alt vald og bjarga kann.’

 3. Tín rødd úr himli dunar hart sum toruljóð.

Øll jørðin gongur kyk, bert tíni eru fró.

Tú fremur tína ætlan — vit skilja tað, vilja tað,

tú okkum frelsa skal.

(NIÐURLAG)

Jehova er kletturin, har vit kroka.

Teim trúgvu er hann vorðin fjall og verjuborg.

Hoyr, vit boða: ’Jehova er skjól, ákallið hann.

Prísið honum, ið eigur alt vald og bjarga kann.’