Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 22

Jehova er hirði mín

Jehova er hirði mín

(Sálmur 23)

1. Jehova Gud er mín hirði,

hvat kann mær tá elva mein?

Tí hann, sum varðar um fylgið alt,

hann gloymir ei burtur ein.

Til hvíldaráir hann leiðir,

vælsignar og lívgar meg.

Og fyri navn sítt so beinir hann

mín fót inn á rættan veg.

Og fyri navn sítt so beinir hann

mín fót inn á rættan veg.

2. Í dimmum dølum, í skugga,

eg gangi og óttist ei,

tí nær er hirðin, ið uggar meg,

við stavi hann ruddar leið.

Hann smyr mítt høvur við olju,

mítt bikar á breddar er.

So miskunnsamur hann fylgir mær,

hans hús er mítt heim, mín verð.

So miskunnsamur hann fylgir mær,

hans hús er mítt heim, mín verð.

 3. Mín hirði, vísur og góður!

Eg prís honum bera vil,

so gleðiboð um hans kærleika

fær seyðin at streyma til.

Hans orð skal lýsa mær vegin,

sum rættvísir ganga á.

Hann gav mær dýrgrip, at tæna sær,

og altíð eg takka má.

Hann gav mær dýrgrip, at tæna sær,

og altíð eg takka má.

(Sí eisini Sl. 28:9; 80:2.)