Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 46

Jehova er Kongur okkara

Jehova er Kongur okkara

(Sálmur 97:1)

1. Jehova sømir tign og heiður,

hoyrið himlanna kvæði um rættferð hans.

Mannið kór, hevjið røddir í sangi til Gud,

gevið stóru verkum Harrans ans.

(NIÐURLAG)

Syngi verøldin øll, fegnist heiðar og fjøll,

alheims Kongur er Jehova Gud!

Syngi verøldin øll, fegnist heiðar og fjøll,

alheims Kongur er Jehova Gud!

2. Guds dýrd skal kunnast øllum tjóðum,

tí hann frelsti og bar okkum dag um dag.

Hann er ævinnar Kongur og alvaldur Gud,

fyri trúnu hans vit níga glað.

(NIÐURLAG)

Syngi verøldin øll, fegnist heiðar og fjøll,

alheims Kongur er Jehova Gud!

Syngi verøldin øll, fegnist heiðar og fjøll,

alheims Kongur er Jehova Gud!

3. Gud festi ríki sítt við rætti,

krýndi salvaða sonin til ríkisdrott.

Allir avgudar hokna, teir prógva við skomm,

Gud Jehova eigur allan mátt.

(NIÐURLAG)

Syngi verøldin øll, fegnist heiðar og fjøll,

alheims Kongur er Jehova Gud!

Syngi verøldin øll, fegnist heiðar og fjøll,

alheims Kongur er Jehova Gud!