Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 89

Inniliga áheitan Jehova: „Ver vísur, sonur mín!“

Inniliga áheitan Jehova: „Ver vísur, sonur mín!“

(Orðtøkini 27:11)

1. Mín sonur, mín dóttir

— kom, lurta eftir mær.

Ver í mínum hondum

mót fíggindanum svar.

Av hjartanum fegin

til mín tú gevur teg,

og øllum er skilligt,

tú livir fyri meg.

(NIÐURLAG)

Mítt góða barn, tit góðu ungu,

eg leiði tykkum lívsins veg.

So tænið mær íðin av hjarta,

ja, verið vís og gleðið meg.

2. Njót ungdómin, gleð teg,

tú hevur meg til vin.

Í mótgangi hjálpi

eg tær at fáa skyn.

Um onnur enn svíkja

og venda sær frá tær,

tú veitst, at um ævir

tú vinur ert hjá mær.

(NIÐURLAG)

Mítt góða barn, tit góðu ungu,

eg leiði tykkum lívsins veg.

So tænið mær íðin av hjarta,

ja, verið vís og gleðið meg.