Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 134

Hugsa tær, at alt er nýtt

Hugsa tær, at alt er nýtt

(Opinberingin 21:1-5)

1. Kom, hugsa tær ein nýggjan heim,

har tú og eg hava gleði og gleim.

Ja, hugsa tær, vit komu við!

Vit stíga lætt, kenna djúpan frið.

Als einki ilt vit síggja her,

Jehova sjálvur hjá okkum er.

Og tíðin er komin, tá Gud ráða skal,

vit sanna tað fegin og prísa honum sæl:

(NIÐURLAG)

’Jehova, vár Gud, vit lova tær øll!

Í nýggjum skrúð standa heiðar og fjøll.

Í hjørtunum er gleðin ein brennandi glóð,

í ævir vit prísa tær, Gud, tín leið er góð.’

 2. So ert tú her, tú eins og eg!

Tú andar frítt, einki ørkymlar teg;

als eingin sjón, als einki ljóð,

kann spilla friðin og hjartans ró.

Á øllum Gud nú hevur vald,

og yvir okkum hann reisir tjald.

Nú vekur hann øll tey, sum deyðin sær vann,

tey tríva við okkum í sang, sum heiðrar hann:

(NIÐURLAG)

’Jehova, vár Gud, vit lova tær øll!

Í nýggjum skrúð standa heiðar og fjøll.

Í hjørtunum er gleðin ein brennandi glóð,

í ævir vit prísa tær, Gud, tín leið er góð.’