Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 120

Hoyr, akta og fá signing

Hoyr, akta og fá signing

(Lukas 11:28)

1. Úr orði Guds kanst tú fáa tær styrki,

tú lærir sjálvur at fylgja tí leið,

sum Kristus bað okkum gera til yrki,

tá verður signing frá Gudi tær greið.

(NIÐURLAG)

Hoyr nú Guds orð, og tú sært,

gleði og signing tú fært,

bara tú hoyrir og aktar tín Gud,

gert tað, sum tú hevur lært.

2. Tað lív, tú velur, kann líva og verja

sum hús, ið bygt er á fastasta klett.

Tú lýðir Jesus, tá stormarnir herja,

og minnist boðini, hann hevur sett.

(NIÐURLAG)

Hoyr nú Guds orð, og tú sært,

gleði og signing tú fært,

bara tú hoyrir og aktar tín Gud,

gert tað, sum tú hevur lært.

 3. Ver sum eitt træ, ið er plantað við løkir

og ber sín ávøkst í rættari tíð.

Guds barn, sum hansara leiðbeining søkir,

í allar ævir fær løn fyri stríð.

(NIÐURLAG)

Hoyr nú Guds orð, og tú sært,

gleði og signing tú fært,

bara tú hoyrir og aktar tín Gud,

gert tað, sum tú hevur lært.