Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 105

Himmalin kunnger dýrd Guds

Himmalin kunnger dýrd Guds

(Sálmur 19)

1. Jehova dýrd á himlinum er kunngjørd.

Hans handaverk á høgum lofti vekur ans.

Hvør dagur talar við annan um tað,

og kvirt fer náttarboð til nátt um tign og megi hans.

2. Jehova lóg er lýtaleys og lívgar.

Av ráðum Harrans ung og eldri hava lært.

Hann dømir rætt, øll hans orð eru sonn;

tey liggja søt á tunguni og gera eygað bjart.

3. Jehova ótti skírur er um ævir,

og dýrari enn fagurt gull er øll hans lóg.

Guds boðorð leiðir og verjir tað fólk,

ið ber hans navn við tøkk og veit, at náði hans er góð.