Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 24

Havið sigursprísin fyri eyga!

Havið sigursprísin fyri eyga!

(2 Korintbræv 4:18)

1. Tá blindur morgunroðan sær,

tá deyvur hoyrir barn, ið lær,

og oyðimørk, hitt turra stað,

gerst blómugarður, tonk tær tað!

At haltur rørir lamið bein,

og eingin kennir deyðans mein,

tað sært tú alt í Paradís,

um tú søkir sigursins prís.

2. Tá málleys tunga tala kann,

og gamal nýggjan ungdóm vann,

sær sólin á so vakra jørð,

hoyr, keldan rennur, grasið grør.

Har skýggj varð drigið fyri sól,

tá deyðin tíni kæru stjól,

tú hoyrir boð: ’Frá deyðum rís,’

um tú søkir sigursins prís.

3. Tá bjørnin liggur kúnni nær,

og lamb við úlvin spælir sær,

ein smádrongur kann leiða øll,

tey ganga trygg um grønan vøll.

Hoyr, gráturin er tagnaður,

um teigar ljómar fagnaður.

Tú sært Guds mátt í Paradís,

um tú søkir sigursins prís.