Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 51

Halt fast við Jehova!

Halt fast við Jehova!

(Josva 23:8)

1. Jehova er Gud, honum sømir allan heiður,

og fullveldi sítt hann við fullum rætti eigur.

Guds orð hevur megi, hann fremur tað, hann vil.

Halt fast við Jehova tín Gud og gleð teg til,

at hann skal á fold og á fólkum fáa skil.

2. Gud grundaði veldi á sannleika og rættferð,

sín bústað hann valdi í hæddini, har dýrd er.

Hann kallar á eyðmjúk, tí flokkast tey um hann.

Halt fast við Jehova tín Gud, ið hjálpa kann,

við vísdómi kærleikans hjørtuni hann vann.

3. Ei himlanna himlar so víðir rúma Gudi,

hans fíggindar standa við skomm og skerdum luti.

Hvørt lyfti frá Gudi til veruleika varð.

Halt fast við Jehova tín Gud og gev tær far,

at lívið fær meining, bert hann er okkum nær.