Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 135

Halt út til endan

Halt út til endan

(Matteus 24:13)

1. Guds orð og alt, ið lovað er,

kann stimbra hug og sinn.

Við kærleika til sannleikan

vit standa hugreyst og stinn.

Hav greitt í huga Harrans dag,

minn teg á, at hann er nær.

Um hart man leika á, tú veitst,

frá Gudi tú styrki fær.

2. Miss ikki fyrsta kærleikan,

hann kveikir í tær mót.

Í trongdartíðum roynist hann

og fær í hjartanum rót.

Lat ongan iva níva teg,

ver í bøn Jehova nær,

hann leiðir teg um vandasjógv,

er mentur at bjarga tær.

3. Hvør tann, ið trúgvur heldur á,

til stríðið liðugt er,

skal teljast millum tey, sum Gud

til sigurvinnarar ger.

Í lívsins bók hann skrivar sær

tey, ið eru honum kær;

ja, tann, ið tolin heldur út,

ta ævigu gleði fær.