Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 103

Hús úr húsi

Hús úr húsi

(Ápostlasøgan 20:20)

1. Vit ganga hús úr húsi út

at boða Harrans orð,

í býi og á bygd so fró

vit seyðum reiða borð.

Og Kristus segði, ríki Guds

skal boðast víða hvar;

tí sært tú ung og gomul glað

til verka skunda sær.

2. Vit bera boð í húsini

um frelsu fyri tann,

ið kallar á Jehova navn

og lítur fast á hann.

Men hvør kann kalla á tann Gud,

hann ikki veit er til?

Guds navn má boðast, fólkið læra

tað, Jehova vil.

3. So latið okkum fara út

til fólk og siga frá,

at ríki Guds er sett á stovn,

sum Harrin legði ráð.

Tí ein og hvør má varast við

og velja sína leið;

og tá vit boða hús úr húsi,

kennist støðan greið.