Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 50

Guddómliga kærleiksmynstrið

Guddómliga kærleiksmynstrið

(1 Jóhannes 4:19)

1. Gud legði ein veg, eitt kærleikans mynstur,

sum ein skal

ansa væl.

Hann lærir sítt fólk at nema eitt kynstur,

lívsleið, ið ger

menniskju sæl.

Tann leiðin er fjálg, á henni vit finna

tað friðarins fólk, sum fæst við at inna

eitt kærleikans verk og neyðina linna,

tí teirra Gud

er kærleikans Gud.

2. So ganga vit fram, sum Gud okkum vísti,

fremja glað

brøðralag.

Far fúsur og hjálp, ver ikki tann síðsti,

í tíni ferð

dag eftir dag.

Gud elskaði fyrst og fyrigav fegin,

og spegla vit hann, sum slóðaði vegin,

fær kærleikin rúm, og tá kemur gleðin

inn á Guds veg,

á kærleikans veg.

 3. Nú tæna vit øll í kærleika saman,

fjølbroytt lið

lærir frið.

Vit syngja Guds prís í gleði og gaman,

himlanna kór

lovsyngur við.

So læra vit fólk, ið rætt eru sinnað,

at sannleikans veg tey lætt kunnu finna.

Og takk fái Gud, sum okkum vil minna

á hetta verk,

ja, kærleikans verk.