Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 3

„Gud er kærleiki“

„Gud er kærleiki“

(1 Jóhannes 4:7, 8)

1. Gud er góður, og hann vísir

á ein mangan betri veg.

Kærleiki til Gud og næstan

má í øllum merkja teg.

Lær við honum loynu lívsins,

kósin liggur ljós og greið,

tá tú altíð við Jehova

gongur kærleiks góðu leið.

2. Elska Gud og elska sannleik,

og tú fremur kærleiks verk.

Snávar tú, er Harrin hjá tær,

hann, ið ger tey veiku sterk.

Kærleikin ber ikki øvund,

hann er reinur, tolir alt.

Hann kann fjálga brøðralagið,

eins og okkum er fortalt.

3. Hugsa altíð gott um onnur,

goym tær ikki gamalt agg.

Søk Jehova, hann kann ugga,

um tú ei á málið rakk.

Elska Gud og elska næstan,

boðið, sum av øllum ber,

hav tað altíð fremst í huga,

lat tað fylgja tær á ferð.