Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 113

Gleði um Guds orð

Gleði um Guds orð

(Filippibrævið 2:16)

1. Jehova, vár Faðir, nú takka vit tær,

við heilagum orði tú gavst okkum svar.

Títt ráð varð okkum kunnað og vakurt fest á blað,

har lærir tú okkum at tæna tær glað.

2. Profetarnir vóru í øllum sum vit,

við teimum fekk orðið tí dám sín og lit.

Tú fyrigavst og bøtti, tað gevur okkum mót,

har mistreysti ofta fær festi og rót.

3. So dýrabart er okkum, Faðir, títt orð,

sum setur í okkum sítt varandi spor.

Tað lærir okkum meta um hjartans loyndu ráð

og ganga á vegnum, sum tú vísir á.