Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 81

„Gev okkum meiri trúgv“

„Gev okkum meiri trúgv“

(Lukas 17:5)

1. Tú kennir øll, ið tæna tær, Jehova,

tú veitst, vit fingu ófullkomnan lut.

Ein synd er til, sum lætt kann okkum tøla,

at fattast trúgv á teg, vár stóri Gud.

(NIÐURLAG)

Gev okkum trúgv, vit bøna teg, Jehova,

hjálp okkum, Gud, á lívsins truplu ferð.

Gev okkum trúgv, vís fólki tínum miskunn,

lat okkum æra teg í orð og gerð.

2. Ógjørligt er at toknast tær, Jehova,

hjá tí, ið ikki eigur trúgv á teg.

Tín løn er vís, tá onkur á teg lítur,

við trúarskjøldri tryggjar hann sín veg.

(NIÐURLAG)

Gev okkum trúgv, vit bøna teg, Jehova,

hjálp okkum, Gud, á lívsins truplu ferð.

Gev okkum trúgv, vís fólki tínum miskunn,

lat okkum æra teg í orð og gerð.