Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 45

Ger framstig!

Ger framstig!

(Hebrearabrævið 6:1)

1. Ger nú framstig á vegnum, tú búnast á!

Vinn tær kunnskap og hegni, sum Harrin legði ráð.

Sáa nærlagdur Ríkisins góða sáð,

og Jehova signar teg.

Minst til, her kunnu øll vera við,

fylgja Jesusi stig fyri stig.

Lít í øllum á Gud tín, ja, vak og bið,

so tú velur rættan veg.

2. Ger nú framstig, ber treystliga Harrans orð!

Tað skal ljóða so víða, úr suðri og í norð.

Syng um Gud, stíg í Meistarans fótaspor,

leið til fylgið Harrans seyð.

Um tey gudleysu sýnast so sterk,

kenn tá ábyrgd, ger boðaraverk.

Ber tey ævigu tíðindi út og merk,

Harrin lættir alla neyð.

3. Ger nú framstig, røk áhaldin yrki títt!

Ger tær ómak, tí orðið skal bjóðast øllum frítt.

Bið um andan, ið gevur tær dirvi nýtt,

so tú málið framman sær.

Far í kærleika aftur til hann,

sum við hjálp tíni sannleikan fann.

Tá tú hjørtu við orðinum røkka kann,

skínur ljósið bjart frá tær.